Strongd og hugur


Í minsta lagi 10 % av heimsins íbúgvum eru strongdir. Fleiri kvinnur enn menn uppliva álvarsamar trupulleikar av strongd. Strongd gevur vøddaspenningar, tankameldur og minkar um hugin til sex. Ein strongdur kroppur inniheldur eina høga mongd av strongdarhormonum alt samdøgrið og er í støðugari fyrireiking til verk og avrik.



Strongdarhormonið cortisol undirtrykkir spenningsstøðuna í kroppinum, sum skal til, fyri at gerast seksuelt øst. Hugurin krevur, at tú er impulsiv og við uppá tað. Hugur snýr seg um at vera til staðar í núinum og lata kroppin taka yvir. Tað er keðiligt hjá tí strongda, um tankarnir eru alla aðrastaðni enn her og nú. Strongdir persónar merkja ikki seg sjálvar, og evnini til at endurspegla eina støðu eru ávirkað. Hin strongdi svevur illa, og fær tí ikki ta neyugu endurbyggingina undir svøvninum. Tey seinastu árini hevur eitt nýtt atburðsmynstur hjá strongdum tikið seg upp, sum vísir, at kroppurin brádliga sigur til. Hin strongdi verður kløkkur av samanbrotinum. Kroppurin gevur upp, svíkir, og er ikki longur til at líta á. Hin strongdi rakar loftið og verður tunglyntur. Fleiri fáa eyðkenni um tunglyndi eftir longri tíð við strongd, og bæði strongd og tunglyndi niðurseta sexhugin, eins og antidepressivur heilivágur ávirkar evnini til at fáa hug til sex, ella fáa standing ella orgasmu. Tað eru fleiri sløg av antidrepessivum heilivági, sum ávirka seksualitetin ymiskt. Tað kann betra sexhugin og evnini til at fáa orgasmu at skifta evnablandingin, so tað er av týdningi, at tosa við læknan, um tað er onkur heilivágur, som hóskar betur til teg og tín seksualitet.   



Eftir eitt strongdarsamanbrot skal seksualiteturin endurnýggjast. Fyrr var sex kanska trupulleikafrítt. Tú fekst hug, sum førdi til sex. Nú kemur hugurin til sex ikki fyrrenn tú ert í eini erotiskari støðu við makanum. Fleiri strongd sleppa sær undan kropsligari nærveru, tí tey eru bangin fyri, at tað førir til sexkrøv frá makanum. Tey hava ikki hug, sum tey høvdu, áðrenn tey gjørdust strongd, so tey uppdaga slættis ikki, at tey kanska hava eitt nýtt tendrimynstur í uppbyggingar skeiðnum. 
 





Kelda: psykologimagasinet.dk











 

Aftur

 

 
 
 
 
 
 
 
 




 














 
 


 
Nær er ein ótrúgvur?

Tá ein hevur sex við øðrum
Tá ein verður forelskaður í øðrum
Tá ein skrivar saman við og flitrar við ørðum

Vís atkvøður